VÍF í tungum sjógvi

Frá at vera bara eitt brotskast frá FM-endaspælinum, er VÍF nú í akuttum niðurflytingarvanda. Leygardagin taptu tær greitt fyri Søljuni

Hondbóltur

Bara eitt stig skildi VÍF frá FM-endaspælinum í Sunset-kappingini, tá grundspælið var komið at enda. Somikið lítil var munurin upp til Kyndil, at hevði StÍF skorað við brotskastinum, sum tær høvdu í seinastu løtu móti Kyndli, so var tað VÍF, sum var partur av endaspælinum ístaðin fyri Kyndil.
Grundað á úrslitini í grundspælinum, so mundu fáur tó ivast í, at VÍF veruliga var eitt av teimum sterkastu liðunum í niðara endaspælinum. Eina minst mundu spælararnir sjálvar ivast í hesum, og kanska høvdu tær hug at ilskast um, at tær skuldu brúka alt várið upp á nakrar dystir, sum ikki høvdu stórvegis uppá seg. Tí niður mundi liðið ikki fara kortini.

Umberingin um, at dystirnir ikki hava nakað upp á seg, kann tó ikki nýtast meira. Nú tríggir av teimum seks dystunum eru spældir av endaspælinum, er VÍF næst niðasta liðið, og tí er vandin fyri niðurflyting vorðin heilt ítøkiligur.
Leygardagin stóð eisini greitt, at um ikki okkurt heilt álvarsligt verður gjørt, so fer VÍF eina deild niður til komandi kappingarár. Frá byrjan vóru tær á heimaliðnum munandi grammari enn gestirnir, sum als ikki fingu fótað sær. Viði at taka Ioanu Rápa úr spælinum, fekk Søljan skert størstu - og kanska einastu - álopshóttanina hjá gestunum, og í verjupartinum megnaði VÍF ikki at standa ímóti . Málini snøgt sagt skolaðu inn, og tá farið var til hálvleiks, stóð ikki minni enn 16-5 á talvuni. Ein støða, sum heimaáskoðararnir á Giljanesi valla hava sæð, síðani liðið flutti upp í bestu kvinnudeidina.

Eftir steðgin raknaði VÍF nakað við, men tað var ongantíð soleiðis, at spenningur av nøkrum slag stóðst um útfallið., Vertirnir kundu nú eisini taka tað nakað róligari, og uttan stórvegis hóvasták hildu tær leiðsluni allan vegin til dystarlok.
Og so kundu tær á heimaliðnum fegnast. Fleiri ferðir hava tær mest sum verið spáddar til beinleiðis niðurflyting, men higartil hava tær kortini hildið fast um sessin í fremstu deildini. Og við hesum sigrinum er sannlíkið fyri eini endurtøku í so máta eisini rættiliga stórt.
Hjá VÍF er talan av álvara farin at líkjast eini kreppu. Ikki bara skal liðið vinna sær tvey stig meira enn Søljan í teimum trimum seinastu dystunum, sum eru eftir at spæla. Tær skulu eisini vinna tey átta málini aftur, sum Søljan nú er frammanfyri.
Tí bendir nógv nú á, at seinasti dysturin á árinum verður ein sannur gysari, har VÍF og Søljan bæði tvey fara at spæla fyri lívinum í bestu deildini. Ein støða, sum avgjørt ikki var tað, sum VÍF hevði ætlað við kappingarárinum.

Fakta um dystin
Søljan-VÍF 25-17 (16-5)
Málskjúttar
Søljan: Heidi Maria Akselsen 10(1), Hertha Simonsen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Petra Thomassen 3, Louisa Niclasen 3, Fía Selma Nielsen 1
VÍF: Torgunn H. Johannesen 4, Fríða Marjunardóttir 3(1), Finngerð Joensen 3, Ioana Rápa 3, Sóleyg Hórðará 2(1), Linda Johannesen 1, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: Søljan 1, VÍF 2
Útvísingar: Søljan 5, VÍF 1
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl