##med2##
VÍF vann sær eitt sera gott stig við javnleiki 29-29 móti Neistanum á heimavølli í kvøld.
Tað eina stigið merkir, at VÍF hevur 21 stig, og nú kunnu ikki bæði KÍF og StÍF fara framum VÍF. StÍF og KÍF sum eru á 17 stigum møtast innanhýsis 22. mars.
Í steðginum var Neistin á odda 19-13, og var Neistin tað betra liðið í fyrra hálvleiki. VÍF fekk betri skil á serliga verjuspælið hjá sær í seinna hálvleiki, og tað tryggjaði teimum at enda eitt sera týdningarmikið stig.
Á ljóðfíluni ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM1 siga frá dramatiska dystarendanum tá Julian Olsen tryggjaði VÍF javnleik heilt móti dystarenda.
2) Hoyr Sjúrð og viðmerkjaran hjá FM1 í kvøld, Inga Olsen taka samanum avrikið hjá báðum liðunum í kvøld.
3) Hoyr samrøðu Sjúrður gjørdi við Dánjal Ragnarsson, ið gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við 10 málum. Ein sigur hevði verið betur fyri Neistan, men Dánjal staðfestir, at eitt stig er so munandi betri enn einki, og nú eru tvey stig niður til KÍF og StÍF. Neistin hevur Team Klaksvík á heimavølli sunnukvøldið, og kann tá leggja munandi sjógv niður til hini bæði liðini.
4) Hoyr samrøðu Sjúrður gjørdi við Andrias Eriksen hjá VÍF, ið fegnast stórliga um tað eina stigið sum fekk VÍF innum hálvfinalu-málstrikuna.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
H71 | 16 | 463 | 375 | 88 | 26 |
VÍF | 17 | 469 | 438 | 31 | 21 |
NEISTIN | 16 | 434 | 392 | 42 | 19 |
KÍF | 16 | 418 | 400 | 18 | 17 |
STÍF | 15 | 417 | 426 | -9 | 17 |
KYNDIL | 15 | 386 | 404 | -18 | 10 |
TEAM KLAKSVÍK | 15 | 315 | 467 | -152 | 0 |
##ms##