VÍF, sum liggur ovast í Atlantic Airways - kappingini, eru nú úti av steypakappingini ella Coca-Cola kappingini, sum kappingin verður nevnd.
Dysturin á Skála í kvøld var sera javnur, skjótálopini settu sín dám á dystin, hálvleiksstøðan var 18-19 til VÍF, men tá avtornaði varð tað StÍF, sum lá omaná 31-29.
Fyri StÍF skutu Alexandur Johansen og Rúni Johansen 7 mál í part. Hjá VÍF skeyt Agnar Joensen 8 mál.
Hinir dystirnir í fjórðingsfinaluni hjá monnum í Coca-Cola kappingini:
H71 II-Neistin
Coca-Cola fjórðingsfinala 18.12 kl.20.30 í Hoyvík.
KÍF-H71
Coca-Cola fjórðingsfinala 18.12 kl.20.00 í Kollafirði.
Kyndil II-Kyndil
Coca-Cola fjórðingsfinala 17.12 kl.20.00 á Hálsi.