Kvinnuhondbóltur
Fyri føroyameistararnar úr VÍF hevur talan verið um eitt ár av teimum heldur misjøvnu, men nú tykist loksins sum um, at vend er komin í.
Sunnudagin vitjaðu tær í Runavík, og har var ongan tíð nakar ivi um, at talan skuldi gerast um útisigur. VÍF var á pappírinum risa-stórur favorittur at vinna dystin, og tó at avikið onkun tíð hevur verið meira sannførandi, so var tað ongan tíð soleiðis, at Tjaldur megnaði at hótta VÍF.
Uttan tey heilt stóru armsveiggini helt VÍF støðugt á við at økja um leiðsluna, og tó at Tjaldur so dánt royndi at muta ímóti, so høvdu tær ongan tíð nakað stórvegis at skula sagt í dystinum, og so gjørdi tað minni, at VÍF tók sær av løttum seinasta knappa korterið ella so. Tá høvdu tær langt síðani tryggjað sær stigini, og Tjaldurs-málini hesa løtuna vóru bara av kosmetiskum týdningi.
Tevja oddin
Og nú er eisini farið at líða tann vegin hjá VÍF, at tær tevja oddin. Sum sagt, so var sigurin á Tjaldrinum ein av teimum, sum roknað verður við av einum oddaliðið, men tað mundi koma væl við, at VB samstundis snávaði í Klaksvík.
Enn skal tó verða heilt løgið, um VB ikki stendur ovast, tá grundspælið er av, men VÍF kann gera sítt til, at munurin her verður so lítil sum yvir høvur gjørligt. Seinasti dysturin hjá føroyameistarunum í grundspælinum verður ímóti júst VB, og her hevur VÍF eitt sindur at hevna. Fyrst og fremst tí VB var liðið, sum í seinasta dystinum í fjør steðgaði tvey ára longu sigursrøðini hjá VÍF, og so vilja tær gulu helst eisini vísa øllum hondbóltsføroyingum, at tær enn ikki skulu avskrivast í stríðnum um gullmerkini.
Tjaldur tykist hinvegin vera follið púrasta í fátt. Sigurin á Kyndli fyrr í grundspælinum tykist ikki hava givið liðnum neyðuga íblásturin til at toga seg longur upp á talvuni, og talan skal vera um heilt onnur úrslit í endaspælinum, um steðgurin í fyrstu deild skal gerast drúgvari enn hetta kappingarárið.
Dysturin í tølum
Tjaldur-VÍF 15-20 (7-11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 6(1), Lenka Ribaric 5(4), Oddvá Fossdalsá 2, Mona Langgaard 1, Heidi Heinesen 1
VÍF: Nikolina Eyðbjørnsdóttir 6, Soley Mikkelsen 4(2), Nikoleta Radu 4, Jacklin Durhuus 2, Alis Høghamar 2, Sára Jógvansdóttir 1(1)
Brotskøst: Tjaldur 5, VÍF 4
Útvísingar: Tjaldur 1
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen










