KÍF-VÍF 26-28 (14-16)
Vestmenningar minkaðum munin fram til oddin, tá teir í dag vitjaðu í Kollafirði.
Talan var alla tíðina um ein spennandi dyst, har lítil munur var á liðunum. Men tann munin, sum var, átti VÍF fyri tað mesta.
Í løtum í seinna hálvleiki var KÍF um at taka gestirnar aftur, men VÍF megnaði hvørja ferð at svara. Og tá Eli Müller so hevði eina flotta dupultbjarging móti endanum av dystinum var leyst og liðugt.
Besti málskjútti hjá ÍF var Gert Hansen við 9 málum. Agnar Joensen skeyt 8 av málunum hjá VÍF.