VÍF-Stjørnan 29-32 (14-18):
Longu niðurflutta VÍF tók móti finalukláru stjørnunum, tá kvinnurnar endaðu sítt endaspæl leygardagin.
Tí var spenningurin undan dystinum ikki tann heilt stóri, men áskoðararnir fingu tó ein dyst, har bæði spenningurin ongan tíð fór heilt burtur.
Tað er lítil ivi um, at legði Stjørnan veruliga nakað fyri dagin, so varð sigurin helst væl tryggari. Men fyri vertirnar mundi tað eisini telja rætta vegin, at tær nú kundu spæla púrasta uttan tyngjandi nervarnar, sum fleiri ferðir hava spælt teimum eitt puss í vetur.
Stjørnan var annars á odda stóran part av dystinum, men VÍF royndi alla tíðina at hanga í. Og tá vertirnir eitt skifti í seinna hálvleiki skoraðu fimm ferðir á rað, stóð brádliga á jøvnum.
Tað eydnaðist tó hjá Stjørnuni at toga sigurin heim, soleiðis at stóri munurin niður til næstu liðini kundi haldast á stigatalvuni.
Fyri VÍF prógvaði dysturin, at tær væl kunnu spæla við móti liðunum í fremstu deildini, hóast tilveran komandi veturin verður í næst bestu deildini. Ein veruleika, sum VÍF tó vónar at broyta umvegis áheitan sína til HSF.
Fakta um dystin
VÍF-Stjørnan 29-32 (14-18)
10 min: 3-5
20 min: 6-12
40 min: 20-23
50 min: 25-26
Málskjúttar
VÍF: Fríða Marjunardóttir 6, Ioana Rapa 6, Rannvá á Rógvu 4, Torgunn Johannesen 4, Liljan Djurhuus 3, Heidi Joensen 3, Marita Johansen 2, Elia Leo 1(1)
Stjørnan: Simona Petersen 8(2), Durita Christophersen 7, Maria við Neyst 6, Joan M. Djordjevic 2, Bára S. Klakstein 2, Anna Kristina Samson 2, Durita Mikkelsen 1, Durita Ljósstein 1, Una Olsen 1
Brotskøst: VÍF 3, Stjørnan 3
Útvísingar: VÍF 2, Stjørnan 3
Domarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr