Eftir tapið ímóti StÍF farna sunnudag vóru kyndilsmenn trýstir at vinna stig í kvøld, tá ið VÍF kom á vitjan í høllini á Hálsi. VÍF vann sín fyrsta dyst ímóti Team Klaksvík, og tí var Kyndil úti úr steypakappingini, um stig ikki vórðu vunnin í kvøld.
Spældi Kyndil illa sunnudagin, so var avrikið tó enn verri í kvøld, tí VÍF smurdi Kyndil av.
Beinanvegin gjørdist munurin stórur. VÍF kom á odda heili 6-0, og eftir hetta kom ongin spenningur í dystin. Vestmenningar øktu síðani til 11-3 og fóru til hálvleiks á odda 19-8. Í seinna hálvleiki fór nakað av ferðini úr dystinum, tí at munurin var so stórur. Endaliga úrslitið gjørdist heili 30-19 til VÍF, sum nú hevur tryggjað sær víðari luttøku úr bólkaspælinum.
Vestmenningar høvdu bæði U21-landsliðsleikaran, Áka Egilsnes, og garvaða verjuleikaran, Sámal Joensen, við á fyrsta sinni í hesum kappingarárinum. Áki Egilsnes skoraði fimm mál.
Hjá Kyndli var vert at leggja til merkis, at skifting er framd á venjarabonkinum. Bárður Johannesen er givin sum hjálparvenjari, og í kvøld var ístaðin venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Andreas F. Hansen, at síggja á venjarabonkinum saman við Julian Johansen, høvuðsvenjara.
Á Skála var dystur ímillum StÍF og Team Klaksvík. Har var sama støða galdandi fyri klaksvíkingar, tí vunnu teir ikki stig í kvøld, so vóru teir úti úr Faxe Kondi-kappingini. Í fyrra hálvleiki eydnaðist hjá Team Klaksvík at bíta frá sær, tí útiliðið fór til hálvleiks á odda 11-10. Í seinna hálvleiki varð tó vent í holuni, tí strandingar komu hamskiftir út til seinna hálvleik og vunnu at enda tryggan sigur áljóðandi 29-20.
Úrslitini í kvøld merkja, at VÍF og StÍF bæði hava fýra stig og eru víðari úr Bólki 2. Bæði Team Klaksvík og Kyndil eru stigaleys og úti úr steypakappingini.
Síðsta umfar í hesum bólkinum verður spælt hetta vikuskiftið. Team Klaksvík og Kyndil spæla heldur týdningarleysan dyst sínamillum leygardagin, meðan finala um fremsta plássið í bólkinum verður spæld sunnudagin ímillum VÍF og StÍF í Vestmanna.
Málskjúttarnir frá kvøldsins steypadystum vóru hesir:
Kyndil-VÍF 19-30 (8-19)
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 5, Tummas Pauli Hanusarson 4, Bartal Klein Olsen 3, Høgni Klein Olsen 1, Rógvi Dal Christiansen 1, Torvald Abrahamsen 1, Tróndur Wardum 1, Bjarni Sørensen 1, Ólavur av Fløtum Mittún 1 og Hørður Fannar Sigtórsson 1.
VÍF: Filip Jojic 6, Andrias Eriksen 5, Áki Egilsnes 5, Julian Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Sjúrður Olsen 3 og Rói Lamhauge 2.
StÍF-Team Klaksvík 29-20 (10-11)
StÍF: Allan Norðberg 9, Pætur Johansen 9, Jógvan Gregersen 7, Marius Joensen 2, Pætur Joensen 1 og Borgar Persson 1.
Team Klaksvík: Sámal á Tjaldrafløtti 10, Birgir Poulsen 3, Jens Pauli Mohr 2, Vilhelm Vilhelmsen 2, Finnur Hansson 1, Einar Dam 1 og Hanus Norðberg 1.