VÍF slapp ikki leyst

VÍF-StÍF 23-24 (9-12)

Niðasta liðið í Sunset-deildini má eftir øllum at døma flyta niður í ár, og tí stóð nóá StÍF, tá tær vitjaðu í Vestmanna í dag.

Og her eydnaðist gestunum at taka alt. Gjøgnum dystin vóru tær fyri tað nógva á odda, og eitt skifti í seinna hálvleiki var munurin sjey mál.

VÍF fekk tó toga seg aftur í dystin, men tær gjørdust akkurát ov stuttar at røkka einum stigi kortini.

Fyri heimaliðið skeyt Ioana Rap 7 mál. Rebekka Justinussen skoraði 10 av málunum hjá StÍF.