Tveir dystir eru spældir í FTZ-deildini í kvøld. Annar av hesum dystum var sera spennandi dysturin í Kollafirði ímillum KÍF og VÍF. Fyri kollfirðingar var galdandi, at teir máttu vinna kvøldsins dyst fyri at varðveita sín matematiska møguleika at røkka finaluplássinum, meðan vestmenningar vistu undan dystinum, at við sigri vórðu tað teir, ið skulu spæla alt avgerandi FM-finalurnar.
VÍF legði seg skjótt á odda 5-1, og so var dagsskráin onkursvegna sett, tí at KÍF fekk ongantíð fatur í útiliðnum aftur. Eitt skifti í seinna hálvleiki var munurin á liðunum bara eitt mál, men at enda vann VÍF ein lutfalsliga tryggan sigur upp á 32-28. Hálvleiksstøðan í dystinum var 18-16 til VÍF.
Stórskjúttin hjá VÍF, Filip Jojic, hevði ein sannan branddyst, har hann skoraði heili 15 mál.
Sostatt verða tað VÍF og H71, ið hittast í FM-finalunum hjá monnum. Seinasta umfar í landskappingini verður leikt sunnudagin.
Málskjúttarnir í dystinum í Kollafirði vóru hesir:
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Teitur Joensen 5, Rúni Joensen 4, Fríði Weyhe 3, Tony Weyhe 3, Ási Dam 3, Poul Finnur Egholm 2 og Rógvi Weyhe 1.
VÍF: Filip Jojic 15, Julian Olsen 5, Áki Egilsnes 5, Hanus Christophersen 3, Nicklas Selvig 3 og Heini Hanusarson 1.