VÍF skúmandi til finaluna

Um tað var sjampanjuhondbíoltur ella bara cola-brús skal ikki verða gitt um, men VÍF setti Neistan so ruddiliga upp á pláss í seinnu hálvfinaluni

 

Neistin-VÍF 20-30 (11-16)


Hondbóltur


Hondbóltsfepurin er ivaleyst væl oman fyri tey 37 stigum í Vestmanna fyri tíðina. Bæði kvinnur og menn hava kappingarárið á tamb verið í oddinum í landskappingini, og mikukvøldið gjørdist greitt, at nú verða bæði liðini umboðað annan leygardag, tá finalan í Coca-Cola kappingini skal spælast.


Løgdu hart út

Undan dystinum høvdu neistakvinnurnar helst vóna, at tað skuldi bera til at skala VÍF, og harvið tryggja sær onkran málm í einum kappingarári, sum slt meira líkist fyrsta málmleysa árinum í eitt mannaminni hjá teimum bláu.

Fyrru hálvfinaluna vann VÍF við fýra málum, men Neistin hevði í longum løtum væl fatur á teimum í tí dystinum, og fyrstu løtuna av dystinum mikukvøldinum var eisini líkt til, at Neistin ætlaði sær at vinna hesi fýra mál innaftur.

Leikferðina royndu tær at seta so høgt upp sum gjørligt. Møguliga í eini roynd at kvala VÍF, sum ikki hevur so breiðan bonk, og tískil ikki fær skift so nógv út undir dystinum. Fyrstu løtuna sá eisini út til, at hetta undir øllum umstøðum fór at borga fyri einum spennandi dysti, har liðini skiftust um at skjóta mál, í royndini at skapa sær sjálvum ein avgerandi fyrimun.


Sóleyð stýrdi tí mesta

Tað gjørdist tó hampuliga tíðliga greitt, at tað vóru tær úr VÍF, sum betri vóru førar fyri at spæla hendan ferðmikla hondbóltin, sum neistaliðið legði upp til.

Tað var sjónligt, at orkunýtslan hjá neistaliðnum var heldur størri enn hjá gestunum. Rennibanarnir vóru ikki eins skipaðir, og bóltførleikin tóktist heldur ikki at verið eins góður, og um hálvan hálvleikin fór hetta eisini at síggjast aftur á máltalvuni.

Ein av fremstu orsøkunum til hetta tóktist vera, at VÍF nú aftur hevur Sóleyð Mikkelsen á liðnum. Hon hevur drigist við skaða í knænum seinastu tíðina, og hóast hon at kalla bert tók lut í álopspartinum, so var sjónligt, hvussu stóran týdning hon hevur fyri spælið hjá VÍF. Sum spælskipari megnaði hon ferð eftir ferð at leggja neistaverjuna undir trýst, og tá møguleikin beyðst, gjørdi hon sjálv bart, og úrslitið varð hitt sama. Enn eitt mál til tær gulu.


Orkan var uppi

Vónin hjá neistaliðnum mundi longu verið farin, tá liðini bæði komu á vøllin í seinna hálvleiki. Fimm mál vóru tá á muni, og saman við teimum fýra frá fyrra dystinum, tóktist hetta meira enn møtumikið at vinna innaftur.

Tað gjørdist eisini alt meira greitt, sum dysturin leið, at ógvusliga byrjanin hevði kostað teimum nógvar kreftir, og serliga seinasta korterið kom styrkismunurin til sjóndar.

Ikki tí at VÍF setti so nógv meira á nú. Tær spældu framvegis sítt spæl. Lótu væl vandu systemini koyra í álopspartinum, og høvdu gott tak í verjuni, har serliga miðverjan stóð stinn allan dystin. Munurin kom fyrst og fremst av, at orkan hjá neistakvinnunum nú var um at vera uppi. Teknisku mistøkini gjørdust fleiri í tali, og tí vórðu fleiri bóltar tveittir óneyðugt burtur. Í verjupartinum høvdu tær ikki longur neyðuga yvirskotið til at bróta rennibanarnar hjá mótstøðuni, og tí sá álopsspæli hjá VÍF alt meira ómaksleyst út.


VÍF eru favorittar

Tá dysturin var lokin, var als eingin ivi um, at betra liðið hevði vunnið, og soleiðis sum VÍF spælir í løtuni, er ilt at síggja, hvør skal kunna forða teimum í at vinna finaludystin.

Stjørnan og VB skulu stríðast um hetta í vikuskiftinum, men líka mikið hvør av hesum sleppur í finaluna, so fer VÍF at verða mett sum favorittur at vinna. Í landskappingini hava tær enn ikki roynt smakkin av einum tapi, og í roynd og veru gerst sannlíki fyri einum slíkum minni, so hvørt sum vikurnar líða.

So hvørt sum blandaði flokkurin av leikarum hevur lært hvønn annan betri at kenna, eru avrikini á vøllin styrknaði alsamt. Ioana Rápa tykist endiliga at vera komin heilt fyri seg eftir álvarsliga skaðan í fjør, Nicoleta Radu gerst betri, sterkari og frekari fyri hvønn dyst, Manuela Stan í málinum man geva mótstøðuliðum marruna av útkøstum sínum, og Sóleyð Mikkelsen man í løtuni vera besti miðspælarin í landinum. Randi og Alis berjast um hvønn bólt á strikuni, og ikki minst hava tær heimligu vestmannagenturnar eisini ment seg nógv í árinum. Nicolina er í løtuni úti við skaða, men bæði Fríða og Jacklin áttu hesa ferð stóran lut í sigrinum.

Trupulleikin hjá VÍF kann verða, at hópurin tykist vera ógvuliga smalur og tískil viðbrekin, men slappa tær nøkunlunda heilskapaðar undan skaðum, fara tær uttan stórvegis fjas av stað við FM-gullinum, og í finaludystinum um góða viku verða tær í øllum førum favorittar.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Neistin: Annika Thomsen 6(3), Katrin á Neystabø 5, Birita Wardum 4, Bjørg Patursson 2, Mildrid Jacobsen 2, Súna Mørk 1

VÍF: Ioana Rapa 9(2), Fríð Marjunardóttir 5, Nicoleta Radu 5, Jacklin Durhuus 5m Sóleyð Mikkelsen 3(2), Randi Kúrberg 2, Alis Høghamar 1

Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3

Útvísingar: Neistin 3, VÍF 1

Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Ragnar Simonsen. Tóktist onkuntíð heldur ivingarsamir, men sluppu sum heild hampuliga væl frá uppgávuni.