VÍF setti StÍF av

VÍF-StÍF 32-27 (17-12)

VÍF er framvegis oddalið í bestu mansdeildini.

Í dag tók VÍF móti StÍF, og eina løtu sá út til, at talan als ikki skuldi verða um spenning yvirhøvur.

Seinna partin av fyrra hálvleiki togaðu vertirnir satt meistaraspæl fram, og strandingar vórðu at kalla statistar.

VÍF megnaði tó iki at halda ferðini uppi, og um miðjan seinna hálvleiki byrjaði StÍF at minka um munin.

Eitt skifti kom hesin niður í trý mál, men tá VÍF so aftur skoraði, fór seinasta luftin úr gestunum.

Besti málskjútti hjá VÍF var Agnar Joensen við 13 málum. Alexandur Johansen skoraði 7 ferðir fyri StÍF.