VÍF segði farvæl við botnstríðið

Har hevur VÍF annars verið saman við StÍF og VB alt kappingarárið, men Vestmanna í dag var snøgt sagt klassamunur.

VÍF legði seg frá byrjan klárt á odda, og hóast StÍF onkra løtu beit eitt sindur frá sær, so var sera ilt at síggja, hvussu tær skuldu stríða seg aftur í dystin.

Eftir steðgin fekk Liljan Djurhuus sína triðju útvísing frá dómaraparinum, men við ella uttan stórskjúttan, so hevði VÍF ongar trupulleikar við at skjóta neyðugu málini.

 

Heidi Joensen varð hesa ferð tann, sum skeyt flest mál fyri VÍF, nevnliga 10. Bára Berthelsen skeyt 6 av málunum hjá StÍF.

 

VÍF-StÍF 31-22 (17-11)