Hondbóltur
H71-VÍF 33-35 (18-19)
Tað var ikki tann stóra áskoðarafjøldin, sum hevði leitað sær niðan í Ítróttahøllina á Hálsi mikukvøldið.
Kanska mundi tað vera Champions-League fótbóltur, sum gjørdi sítt til hetta, men helst mundi tað eisini vera tann sannroynd, at fá roknaðu við einum spennandi dysti. Vestmenningar hava higartil verið einaráðandi í kappingini, og hóast hoyvíkingar góvu teimum ein hvøkk fyri knøppum ári síðani, so var ikki annað enn ein útisigur væntandi.
Útisigurin fingu vestmenningar eisini, men tað eftir bit, slit og tógvið stríð at hesin varð fingin til høldar.
Alt byrjaði annars eftir ætlan, og áðrenn hovyíkingar høvdu litið seg í kring vóru gestirnir trygt á odda.
Spakuliga fingu hoyvíkingar tó fótin fyri seg. Verjan fekk í nógv størri mun órógva vestmenningarnar, soleiðis at vanliga tempospæl teirra ikki kom ígongd. Í álopspartinum tóktist nú eisini at rigga betri, enn tað gjørdi móti Kyndli um vikuskiftið. Tann dystin bar Halgir so at siga allar byrðar í álopinum, men nú vóru brádliga fleiri, sum tóku við.
Beiggin at stórskjúttanum, Rene, slapp fleiri ferðir leysur av vonginum, og í fyrra hálvleiki mundi úrtøkan liggja um 100%. Eisini Hallur Danielsen á miðjuni byrjaði at gera um seg. Fyrst og fremst við fríspælingum, men var eitt glopp í VÍF-verjuni, royndi hann at smoyggja sær ímillum.
Tað tóktist, eins og vestmenningarnir ongantíð funnu rætta lagið í fyrra hálvleiki. Teir megnaðu tó at halda seg framman fyri allan hálvleikin á tamb, tó at munurin at enda bert var eitt mál. Hetta málið kundi kanska verið øvugtan veg, tí hoyvíkingar høvdu eisini verið so gestablíðir, at eitt brotskast varð sent á tvørstongina, soleiðis at VÍF ístaðin kundi skora í kontraálopi.
VÍF venjarin man neyvan hava verið blíður í hálvleikinum, men hvat hann so enn man hava sagt, so hjálpti hetta ikki tað stóra.
Hoyvíkingar hildu nevnliga fast um sítt spæl, og so við og við gjørdist tað púra greitt, at hesum dystinum ætlaðu teir sær ikki at sleppa.
Sjálvsálit teirra hevði av álvara fingið eitt skump rætta vegin, og serliga í álopspartinum gjørdist hetta sjónligt. Teir tordu at bjóða av, tá tørvur var til tess. Dugdu at seta ferðina niður, tá hetta var neyðugt, men fram um vestmenningar komu teir ikki.
Omanfyri er nevnt, at hoyvíkingar í fyrra hálvleiki brendi eitt týdningarmikið brotskast, og júst hetta við brotskøstum kom eisini at merkja avrik teirra.
Tvær ferðir høvdu hoyvíkingar nevnliga møguleika at leggja seg á odda. Hetta var tá teir við javnstøðu, ávíkavist 23-23 og 28-28 fingu møguleikan úr 7 metrum, men í báðum førum gjørdist trýstið á skjúttunum ov stórt, og so kundu teir hjá VÍF aftur smoyggja sær framum.
At nógv stóð á hjá vestmenningum er einki at ivast í. Helst hevði Hjalmar Klein Olsen ikki ætlað tað, men fram móti dystarenda sá hann sær eingi onnur ráð enn at senda fyrst Johnny Joensen og síðani Áka Olsen á vøllin.
Tilsamans skutu teir báðir seks mál. Seks sera týdningarmikil mál, sum avgjørt høvdu alstóran týdning fyri úrslitið. Serliga mundi næsta skoringin hjá Áka vera týdningarmikil. Nærum liggjandi fekk hann av veinginum beint bóltin í málið til 32-31, samstundis sum hann fekk Rene Dahl-Olesen út í tveir minuttir, tí hann hevði skumpað Áka í skotroyndini.
Hetta tók líka sum luftina frá hoyvíkingum, og tá VÍF efitr hetta hetta fekk økt leiðsluna upp í tvey mál var at kalla leyst og liðugt.
Hóast tapið, so eiga hoyvíkingar at finna nógvar positivar lutir í avrikinum mikukvøldið. Framgongdin, sum hevur verið sjónlig hetta kappingarárið, fekk eitt kvink uppeftir. Tað sama gjørdi sjálvsálitið, og úrslitið sendi greið boð til hini liðini um, at hoyvíkingarnir skulu takast í álvara. Ikki minst, tá Stefan Dorofte aftur verður tøkur.
Hinvegin sýndi dysturin kanska eisini, hvør munurin er á VÍF og so restini. Breiddin á VÍF liðnum er so nógv størri, enn hon er hjá hinum liðunum. Sjáldan er tað ein leikari, sum øll ábyrgdin hvílir á, tí allir eru teir vandamikilir, um teir fáa loyvi til tess. Nærum altíð er tað onkur einstaklingur, og sjáldan tann sami, sum hevur ein góðan dag, og sum er førur fyri at avgera dystin.
Hesu ferð var tað Martin Hummeland, skaraði framúr. Skotini av veinginum vóru nærum ógjørlig at verja fyri, og vandin í skjótálopunum lúrdi alla tíðina.
Tá so Áki og Johnny aftur eru 100%, hevur venjarin enn tveir trumfar at spæla upp á, og so er bert spurningurin um at spæla rætt út.
Hinvegin, so prógvaðu hovyíkingar, at tað ikki er ógjørligt at koppa oddaliðnum, og hetta eru helst eini boð, sum verða væl móttikin av hinum liðunum í deildini.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl-Olesen 11(2), Hallur Danielsen 8, Rene Dahl-Olesen 7(1), Anfinn N. Debes 5(1), Olaf Vestergaard 1, Tróndur Vatnhamar 1
VÍF: Martin Hummeland 12, Sámal Joensen 6(1), Ingi Olsen 4(1), Johnny Joensen 3, Áki Olsen 3, Agnar Joensen 2, Petur Fr. Joensen 2, Sjúrður Holm 1, John Zachariasen 1, Harald Bjørgvin 1
Brotskøst: H71 7, VÍF 3
Útvísingar: H71 5, VÍF 3
Dómarar úr Kyndli: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen. Greiddu eina ikki alt ov lætta uppgávu væl, men tóktust til tíðir heldur erkvisnir við dømingini.