VÍF orkar ikki at kappast úti í Evropa

Bæði fíggjarligar- og ítróttarligar umstøður hava við sær, at mans- og kvinnuliðið hjá VÍF ikki fara at luttaka í Evropa Cup í ár.

Fyrradagin varð drigið í teimum fýra evropeisku kappingunum í hondbólti, og sambært yvirlitinum verður onki føroyskt felag við í ár .

Vestmenningar vunnu bæði mans- og kvinnudeildina í fjør, og harvið hevði felagið rætt til at boða frá luttøku í kappingunum fyri meistaralið hjá kvinnum og monnum, men fíggjarliga- og ítróttarliga umstøðurnar hava við sær, at felagið hevur avgjørt ikki at luttaka í Evropa Cup í ár

Ov tungt
Leikandi venjarin hjá mansliðnum hjá VÍF, Ingi Olsen, er ikki í iva um orsøkina til, at onki føroysk felag verður við í Evropa Cup í ár

- Tann fíggjarliga byrðan er ov tung, og tað er avgjørt størsta orsøkin til, at vit ikki hava boðað frá luttøku í ár, sigur Ingi Olsen

Ingi greiðir frá, at um ein eitt nú samanber hondbóltin við fótbóltin, so fær FSF luttøkugjald frá UEFA til føroyska luttøku í Evropa Cup, meðan í hondbóltinum er tað feløgini sjálvi, sum mugu gjalda luttøkugjaldið.

Umframt luttøkugjald, so skulu ferðirnar uttanlands eisini fíggjast. Fíggingin krevur eisini nógv av einstøku spælararnum, tí meginparturin av summarfrítíðini verður nýttur ymisk tiltøk, so peningur fast til til vega.

- Vísir tað seg so, at man er so heppin at vinna seg víðari í kappingini, so skulu pengar aftur fáast til veða, og tað er nærmast ómøgulig krøv at seta leikararum, ið bert hava honbóltin sum ítrív, sigur greiðir Ingi Olsen frá

Vónirnar fyri at koma víðari eru vanliga ikki serliga góðar, og tí tykist ofta skilaleyst at nýta so stóra orku uppá evropeisku luttøkuna, vísur Ingi eisini á.

Ávirkar heimliðu kappingina
Umframt fíggjarligu viðurskiftini, so hevur tað víst seg seinnu árini, at evropeisk luttøka avgjørt ávirkar heimligu kappingina.

- Vanliga mynstrið hevur verið, at vit hava staðið okkum rættiliga væl í byrjanini av landskappingini, men tá komið er til jólar, so versnar venjingarstøðan hjá leikararnum, sigur venjarin hjá VÍF

Skulu føroysku liðini hava likínda venjingarstøðu til evropeisku dystirnar, ið vanliga liggja síðst í august mánaði, so er neyðugt at leggja til brots longu í juni mánaði. Hetta er góðar tveir mánaðir, áðrenn flestu føroysku feløgini fara undir venjingarnar, og tí hava spælararnir, ið luttaka í Evropa Cup, vant tveir mánaðir longri enn hinir føroysku leikararnir.

-Á jólum orka spælararnir ikki meira hondbólt, og hetta hevur ofta havt við sær, at vit hava tapt fleiri dystir um jóltíðir, sigur Ingi Olsen

Slagelse royna seg fyri fyrstu ferð
Liðið hjá Anju Andersen, Slagelse, eru fyri fyrstu ferð við í evropeiskari kapping. Jacklyn Djurhuus og Katrin á Neystabø vóru í Slagelse fyri nøkrum árum síðani, og sigast má, at felagi er komi langt síðani.

Felagið var tá í næstbestu deildini, og eftir uppflytining, endaði Slagelse á fimta plássi í fjør, sum gevur rættin evropeiska luttøku.

Slagelse skal royna seg í EHF-Cup ímóti einum grikskum liðið, og í Slagelse hava tey góðar vónir, tí liðið er munandi styrkt í ár við m.a. Fridriskas úr Ungarn, sum var toppskjútti í HM endaspælinum í fjør.