Bæði høvdu tey vunnið hampuliga tryggar sigrar í fyrru hálvfinalunum móti ávíkavist Kyndli og Neistanum, og hesar leiðslur hildu tey fast um í seinnu hálvfinalunum, sum vórðu leikar mikukvøldið.
Í Havn endaði ein hart leiktur dystur við, at VÍF vann tryggan 24-14 sigur á Kyndli, støðan í hálvleikinum var 12-8 til vestmenningarnar.
Á Skála vann StÍF 28-24 á Neistanum, eftir at heimaliðið hevði verið á odda 16-13 í hálvleikinum.
Finaludysturin verður leiktur í Havn, leygardagin 10. februar