Vestmenningar eru í dag stórfavorittar, tá teir fáa vitjan av Team Klaksvík. Í fremstu kvinnudeildini er botnuppgerð í Klaksvík, meðan oddaliðið vitjar í Vági.
Í dag klokkan 16.00 verður einsamalli dysturin í Atlantic Airways deildini í dag. VÍF er saman við KÍF eitt gott boð upp á eina FM finalu í løtuni, meðan Team Klaksvík eftir eitt gott kappingarár í fjør, er byrjað av nýggjum. Tað hevur higartil einki stig givið. VÍF leggur ájavnt í stigum við H71, sum í gjár vann 22-20 á StÍF. Vinnur VÍF í dag, so er bara eitt stig upp til KÍF.
Botnuppgerð í Klaksvík
Hjá kvinnum verður botnuppgerð í Klaksvík millum Stjørnuna og StÍF. Stjørnan vann ein góðan sigur í Vági seinasta umfar við einum sera skerdum liði. Nú stendur so StÍF á skránni, sum liggur niðast við bara tveimum stigum. StÍF hevur hinvegin bara spælt fimm dystir í mun til Stjørnuna, sum hevur spælt sjey.
VB fær vitjan av Neistanum, sum er greitt oddalið við fullum stigatali. Tú kundi sikkurt tosa okkurt um at tað er torført at spæla í Vági, og ferðingin kann taka broddin av oddaliðnum, men sannleikin er helst, at Neistin er so nógv tað besta liðið í løtuni. Tí eru tær eisini stórfavorittar at vinna.
Atlantic Airways deildin:
VÍF - Team Klaksvík 16.00
Fremsta deild kvinnur:
Stjørnan - StÍF 15.00
VB - Neistin 15.00
Rás2 sigur frá dystinum millum VÍF og Team Klaksvík. Fylgt verður eisini við gongdini í dystunum í fremstu deild hjá kvinnum.