Týsdagin í farnu viku vunnu uppflytararnir úr VÍF á føroyameistarunum úr Kyndli í bestu kvinnudeildini. Sunnudagin vóru vestmannakvinnur so á vitjan í Runavík, og tær høvdu helst ikki væntað sær so harða mótstøðu, sum tær nú einaferð fingu.
Javnur fyrri hálvleikur
Venjarin hjá felagsliðnum úr Eysturoynni, Sverri Jacobsen, hevði valt at mansverja rumensku Ioanu Rapa frá byrjan av dystinum. Hetta gjørdi so tað, at VÍF valdi at taka han út úr álopinum ein góðan part av fyrra hálvleiki, og tað var ikki sørt, at tað gekk striltið hjá vestmannakvinnum at spæla seg ígjøgnum stóru og sterku verjuna hjá GÍ/NSÍ.
VÍF fekk tó betru byrjanina á dystin, og tær løgdu seg eisini greitt á odda. Fyrri hálvleikur var einans ellivu minuttir gamal, tá ið tær høvdu lagt seg á odda við seks málum, 8-2, men so steðgaði upp hjá teimum, meðan heimaliðið av álvara vaknaði úr dvala.
Eysturoyargenturnar fingu nú fýra mál á rað og minkaðu munin niður í tvey mál, áðrenn tað aftur eydnaðist VÍF at skora.
Síðani gekk tað nakað javnt á, hóast heimaliðið togaði nakað inn, so at tað í hálvleikinum vóru vestmannakvinnur, sum vóru á odda við tí eina málinum, 12-11.
Í fyrra hálvleiki var tað fyrst og fremst fótfima Beinta Joensen á høgra vongi hjá GÍ/NSÍ, sum hevði gjørt vart við seg, men eisini hevði Laila Friis hjá VÍF spælt ein góðan fyrra hálvleik.
Heimaliðið
kom á odda
Í seinna hálvleiki var tað GÍ/NSÍ, sum kom best frá byrjan, og tær løgdu seg eisini á odda, tá ið átta minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá ið Elinbjørg Hammer skoraði til 15-14. Tær hildu síðani tørn heilt fram til miðjan seinna hálvleik, tá ið vestmannakvinnurnar aftur gjørdu ein vørr, so at tær stutt fyri leiklok vóru á odda 25-19, áðrenn heimaliðið fekk trý skjót mál og harvið pyntað um úrslitið til 22-25.
Tað tóktist at verða avgerandi fyri heimaliðið, at tær mistu Monu Langgaard um miðjan seinna hálvleik, tá ið hon fekk sín triðju útvísing og harvið reyða kortið. Mona hevði tikið sær av at mansverja Ioana Rapa, men hesa uppgávu fekk systirin Beinta Joensen so, og hetta førdi við sær, at kviki vongurin hjá VÍF, Jacklin Durhuus, fekk betri umstøður at arbeiða undir, og hon gjørdi sær veruliga dælt av hesum.
Jacklin var spælarin, sum skaraði burturúr í seinna hálvleiki, og hon skeyt fleiri mál, eftir at hon hevði trekt av vonginum fram við allari verjuni hjá heimaliðnum, áðrenn hon leyp upp og langaði bóltin í netið.
Eisini var tað avgerandi, at Marjun Poulsen í málinum hjá VÍF fekk gongd á sítt spæl seinastu løtuna av dystinum, eftir at hon í stutta tíð hevði sitið uttan fyri við einum løsti.
Ein kundi haraftrat havt varhugan av, at heimaliðið fekk nakað av nervum, tá ið tær gjørdust greiðar yvir, at tær vóru nær við at vinna stig frá VÍF, tí seinastu 10-15 minuttirnar av dystinum kom tað fleiri ferðir fyri, at tær púra óneyðugt blakaðu bóltarnar burtur í álopi.
Dómararnir í dystinum, Jan Højgaard og Alexandur Johansen úr StíF, komu betur frá hesi uppgávuni enn mansdystinum.