Mansliðið hjá VÍF skal finna nýtt fyrsta val til málið í komandi hondbóltskappingarárinum, tí at 20 ára gamli kvíkingurin, sum hevur vart málið hjá VÍF seinastu árini, Niklas Simonsen, fer niður til Danmarkar at spæla. Hann hevur fingið sáttmála við Skjern, sum telist ímillum tey størru feløgini í donskum hondbólti.
Niklas Simonsen hevur verið ímillum bestu málverjar í FTZ-deildini seinastu árini, og hetta er ikki farið ósæð framvið hjá hondbóltskønum fólki. Málverjin, sum er fastur fúsur á føroyska U21-landsliðnum, hevur verið og royndarvant við fleiri donskum feløgum, áðrenn valið at enda fall á Skjern.
- Eg havi havt góðan hug at farið uttanlands, síðani eg bleiv liðugur í Studentaskúlanum í summar. Við góðari hjálp frá Flemming Oliver Jensen slapp eg at royndarvenja við fýra liðum. Ajax, Køge, HIK og Skjern. Skjern bjóðaði mær síðani eitt tilboð, og eg valdi at taka av, sigur Niklas Simonsen við in.fo.
Flemming Oliver Jensen er fyrrverandi ungdómslandsliðsvenjari í føroyskum hondbólti. Hann gavst í starvinum hjá HSF í fjør.
Lopið frá føroyskum hondbólti til hondbóltselituna í Danmark er stórt, og helst verður Niklas Simonsen eiheldur at síggja á besta liðnum hjá Skjern - í fyrstu syftu.
- Eg fari at spæla fast við U21-liðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. division (triðbesta deildin), og møguliga sleppi eg at venja við besta liðnum av og á, sigur Niklas Simonsen at enda.
Hetta er aðru ferð í ár, at ein VÍF-leikari velur at fara út um landoddarnar at spæla hondbólt. Fyrr í ár gjørdist nevniliga eisini greitt, at hartskjótandi høgri bakkurin hjá VÍF, Áki Egilsnes, fer at spæla við TMS Ringsted framyvir. TMS Ringsted spælir í næstbestu deildini í Danmark.