Talan var um lagnudyst hjá VB, sum undan dystinum í dag var fýra stig aftan fyri VÍF og seks stig aftan fyri StÍF, sum er mótstøðuliðið næstu ferð.
Og talan gjørdist um eina sera tætta uppgerð, har VÍF tó dróg longra stráðið.
Fyrra hálvleik var munurin at kalla eingin, men tíðliga í seinna hálvleiki togaði VÍF seg trý mál framum. Eitt skifti royndi VB at svara aftur, men tað eydnaðist teimum ongan tíð at koma heilt á javnt við mótstøðuna.
Besti málskjútti hjá VB var nýggi litaviski spælarin, Migle Senvaityte, sum skeyt 14 mál. Halla Midjord skeyt 7 av málunum hjá VÍF.
VB-VÍF 26-29 (15-16)