Seinnapartin í dag sigur FM1 frá tveimum hondbóltsdystum.
Klokkan 14 sigur Tróndur Arge frá dystinum í SMS-deildini í Vestmanna millum VÍF og Kyndil.
Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í Okkaradeildini í Hoyvíkshøllini millum H71 og Neistan.
Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Dysturin í Vestmanna verður samsendur við STAÐIÐ FM 101.
Samrøður við umboð fyri VÍF, Kyndil, H71 og Neistan koma út á in.fo aftaná dystarlok.










