VÌF - Kyndil er ein serliga søguríkur dystur

Mest søguríki dysturin í bestu mansdeildini í hondbólti, er dysturin millum VÌF og Kyndil. Talan er um eina uppgerð millum tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum manshondbólti.

 

Jan Ottosen, sum er annar venjarunum hjá VÌF segði við Rás2 seinnapartin, at hann merkir væl, at talan er um ein serliga søguríkan dyst.

 

Landsliðsvenjarin, Birgir Hansen minnist eisini dystirnar millum VÌF og Kyndil, sum nakað heilt serligt frá tíðini hann sjálvur spældi hondbólt.

 

Undir greinini ber til at hoyra prátini við Birgir Hansen og Jan Ottosen. Birgir Hansen metti um umfarið hjá bæði monnum og kvinnum, sum er hetta vikuskiftið.