VÍF-kvinnurnar mistu pippið

Hondbóltur: Heilar 16 minuttir spældi VÍF uttan at fáa mál. Tá so StÍF samstundis fekk átta mál, var dysturin avgjørdur

Tað byrjaði so væl hjá VÍF-kvinnunum móti StÍF mikukvøldið, men tað endaði so illa. Eftir at hava verið nógv betra liðið í fyrra hálvleiki og verið á odda 12-9 í hálvleikinum, misti VÍF-liðið fullkomiliga tráðin í seinna hálvleiki og taptu at enda 17-24 móti einum StÍF-liði, ið var sum dagur og nátt frá fyrra til seinna hálvleik.

Tveir av størstu trupulleikunum hjá StÍF í ár hava verið vantandi stríðsvilji og ov fáar, sum hava hildið seg til at taka ábyrgd. Í byrjanini av dystinum mikukvøldið var lítið sum bendi á, at liðið hevði loyst hesar trupulleikarnar. VÍF-kvinnurnar vóru nógv ágrýtnari, og umframt Ioanu Rapa, sum sjáldan spælir ein ringan dyst, var Óluva Poulsen væl spælandi á miðjuni hesa løtuna, og einasta málið, sum Nicolina Joensen skeyt í dystinum, var sermerkt. Hon stríddi seg frá egnari hálvu við bóltinum yvir í hin endan av vøllinum og skoraði, hóast hon so at siga hevði mist bóltin meir enn eina ferð á vegnum fram. Eitt gott tekin um stríðsviljan, sum StÍF hevur saknað í ár.

VÍF var ongantíð aftan fyri í fyrra hálvleiki. Tá 20 minuttir vóru spældir, vóru tær á odda 10-5, og tá vóru fýra av málunum hjá StÍF skotin við brotskasti?

Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk StÍF meira skil á sítt spæl, Óluva Djurhuus í málinum var hitnað, og liðið av Strondum kom upp á 10-8. Hálvleiksstøðan var 12-9 til VÍF.


Tveir hálvleikir ? tveir dystir

Seinni hálvleikur byrjaði við, at Ioana Rapa varð send av vøllinum í tveir minuttir, og teir brúkti StÍF til at skjóta tvey mál, so munurin minkaði niður í 12-11.

Jacklin Djurhuus, sum skeyt eins ofta við síðuna av sum á málið mikukvøldið, skoraði síðani til 13-11 og Ioana Rapa økti til 14-11. Men so átti Angelie Jógvansdóttir tørn at verða víst út, og aftur hesaferð megnaði StÍF at skora tvey mál í yvirtalsstøðuni, so munurin aftur minkaði niður í eitt mál.

Ioana setti síðani eitt brotskast í netið til 15-13, men so steðgaði VÍF fullkomiliga upp. Tá tær komu upp á 15-13, vóru átta minuttir spældir, og VÍF skoraði ikki aftur fyrr enn 16 minuttir seinni! Tá hevði StÍF fingið átta mál, lagt seg á odda 21-15 og hevði avgjørt dystin til egnan fyrimun.

StÍF mansvardi Ioanu Rapa tað mesta av seinna hálvleiki, og tað var greitt, at tað ikki hóvaði hinum á VÍF-liðnum. Spælið bleiv stressað, bóltar vórðu tveittir burtur, og móttrekkið við at mansverja Sóley Mikkelsen riggaði ikki. Paula B. Jacobsen fekk trý rímiliga løtt mál, og Hanna Thorleifsson fekk tvey av vonginum.

VÍF-kvinnurnar mistu mótið, og restina av dystinum skuldi StÍF bert hava tíðina at ganga. Avgerðin fall ta løtuna í seinna hálvleiki, tá tær skutu átta mál, uttan at VÍF fekk nakað. Tað, sum í fyrra hálvleiki sá út til at ganga móti einum tapi, varð vent til sigur, tá stríðsviljin, sum vit sóu í fjør, endiliga kom aftur á liðið, og tær vístu, at alt ikki stendur og fellur við Sóley Mikkelsen.

Setningurin hjá StÍF má nú vera at skava sær so nógv stig sum gjørligt saman í grundspælinum, so tær framvegis eru við í endaspælinum. Tá kemur Signhild Petersen helst við aftur, so tá fáa vit kanska aftur nakað av tí, liðið vísti í fjør. Taktirnar vóru har í Vestmanna mikukvøldið.

VÍF-liðið fór fullkomiliga niður við flagginum í seinna hálvleiki, og hatta var helst størsti niðurtúrur hjá nøkrum liði higartil í kappingini. Liðið hjá VÍF er ikki vánaligt, men tað liggja framvegis ov tungar byrðar á herðunum hjá Ioanu Rapa. Tá hon verður sett út av spælinum, og Jacklin Djurhuus ikki hevur eydnu við sínum skotum, verður tað beinanvegin torført hjá VÍF. Men tað er framvegis eitt heilt endaspæl eftir, og tað er góð tíð til at koma fyri seg. Men eitt avrik sum tað í seinna hálvleiki móti StÍF kann ikki brúkast til nakað og má gloymast sum skjótast.