VÍF kvinnurnar fáa nýggjar útlendingar

Afturat Ioanu Rápa verða tvær nýggjar rumenskar kvinnur við á liðnum hjá VÍF í vetur

Hondbóltur

Einki er at taka seg aftur í, at VÍF seinnu árini hevur verið í avgjørda oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti. Eftir tvær greipur á rað vóru VB teimum tó ov boysnar í fjør, men nú verður so aftur ein nýggj roynd gjørd eftir gullinum í Vestmanna.
Í mun til liðið í fjør er tó talan um nakað av frágongd. Manuela Stan er við barn, og fær tí ikki vart málið í vetur, meðan ein heilur flokkur av leikarum er farin vestur gjøgnum tunnilin til Sóljuni. Hertha Simonsen, sum undan árinum í fjør eisini spældi við Sóljuni, er ein teirra, og hartil hava Nicoleta Radu og Hallfríð Isaksen gjørt av, at tær eisini fara at spæla við Sóljuni komandi árið.
Men maður kemur í mans stað (M/K) verður sagt, og soleiðis tykist eisini vera í Vestmanna. Felagið hevur í øllum førum gjørt avtalu við tvær rumenskar kvinnur, og í løtuni verður bert bíða eftir at pappírsarbeiðið verður avgreitt, áðrenn tær seta kós móti Vestmanna. Higartil hevur pappírsarbeiðið tó tikið einar tríggjar mánaðir, so formaðurin í felagnum, Jógvan Sigurd Poulsen, tykist ikki vera sannførdur um, at tað fer at bera til at hava tær við longu frá fyrsta dystinum. Nýggju leikararnir eita Adela Burcea, sum er málverji, og Irina Rodevici, sum er strikuspælari.
Hartil roknar felagið eisini við nakað av tilgongd úr egnum røðum. Eitt arbeiði, sum VÍF seinnu árini hevur lagt nógva orku í, og sum seinastu tvey árini eisini givið úrslit í, at nakrar blaðungar gentur so smátt eru um at troka seg framat besta liðnum.
Hvussu er og ikki, so verður tað aftur meldað út í Vestmanna, at gull í bæði lands- og steypakapping er málið, men tað verða tær so einsamallar um at gera av, so svarið til tann spurningin má bíða til einaferð á vári næsta ár.