VÍF koppaði Kyndli

VÍF-Kyndil 35-29 (16-14)

 

Fyri einum knøppum mánaði síðani gjørdist greitt, at Kyndil endaði aftast í Sunset-kappingini. Tær blivu sostatt koyrdar í ein bólk saman við tveimum teimum ovastu liðunum í næstbestu deildini. Hesi trý liðini skuldu so spæla um tvey pláss í Sunset-deildini komandi kappingarár.

 

Liðini, sum Kyndil skuldi kappast við, vóru VÍF og H71, og fyrr í kvøld, tók VÍF ímóti Kyndli í hesum bólkinum. Tað gekk javnt á fyrstu løtuna ímillum liðini, men sum fyrri hálvleikur leið, hevði VÍF hug at draga eitt sindur frá Kyndli. Tær megnaðu eisini at halda seg nakað frammanfyri grøna havnarliðið undan steðginum, og tá liðini fóru til hálvleiks, førdi VÍF við tveimum málum.

 

Í seinna hálvleiki var eingin ivi um, hvat av liðunum vildi vinna dystin. Kyndil royndi at hanga í vestmannakvinnum, men henda dagin var VÍF bara betri. Tær drógu meir og meir frá Kyndli, og at enda gjørdist greitt, at her fór VÍF at vinna dystin. At enda vunnu tær eisini ein sannførandi 6 mála sigur. Við sigrinum eru tær eisini klárar at spæla í Sunset kappingini komandi kappingarár.

 

Besti málskjútti hjá VÍF var Ioana Rapa við 8 málum. Randi Wardum fekk 11 mál fyri Kyndil.