Hondbóltur: Næstsíðsta umfar í Atlantic Airways-kappingini er á skránni sunnudagin, og hetta kann gerast umfarið, ið avger kappingina um at sleppa í FM-finaluna, har Neistin hevur staðið og bíðað tað mesta av vetrinum. Sjálvandi kann tað kiksa hjá vestmenningum, men framvegis hava teir bestu kortini á hondini.
VÍF hevur vunnið fýra dystir á rað og er trý stig framman fyri øll hini fýra liðini, sum liggja í einum stórum trunka. Megnar VÍF at vinna sín dyst, sum er á heimavølli ímóti KÍF, er leyst og liðugt, tí so er liðið framvegis tey trý stigini frammanfyri – og bara tvey stig eru eftir at spæla um.
Marran hjá vestmenningum er sjálvandi, at teir tapa í Vestmanna, tí so kunnu »í ringasta føri« trý av hinum liðunum koma upp at anda VÍF í nakkan undan seinasta umfarinum. Her eru so fleiri teoretiskir møguleikar, men tað stutta av tí langa er, at avgerðin liggur í hondunum á vestmenningum sjálvum sunnudagin.
Eingin ivi man vera um, at í dystinum millum H71 og Kyndil verður spælt fyri lívinum, tí skuldi VÍF tapt, so ræður snøgt sagt um at vinna hjá báðum pørtum, skal nøkur vón vera eftir um at røkka finaluplássið. Ein javnleikur beinir í øllum førum fyri møguleikanum hjá báðum.
Og í triðja dystinum hevur StÍF ta ótakksomu uppgávu at vitja Neistan, sum á heimavølli neyvan letur nakað lættliga frá sær. Neistin hevur ikki brúk fyri stigunum, tí teimum er ríkiligt til av frammanundan, men fyri moralin er tað sjálvandi gott at vinna, nú teir bláu fyrireika seg til finaluna.