VÍF kann spæla seg í finaluna

Vinnur VÍF dystin ímóti Neistanum í Atlantic Airways kappingini hjá monnum leygardagin, so eru teir klárir at spæla finalu um meistaraheitið seinni í mánaðinum

At kalla alt kappingarárið hevur VÍF verið væl betri enn hini liðini. Eftir eina heldur trilvandi byrjan í heyst komu teir so við og við fyri seg, og í stórum pørtum av kappingini hava teir ikki verið til at steðga. Síðstu dystirnar hevur tó ikki gingið so væl hjá sigursvanda felagnum úr Vestmanna, og hetta hevur ført við sær, at fleiri feløg nú liggja í hølunum á teimum. Eitt er tó sikkurt fyri VÍF. Vinna teir dystin ímóti Neistanum leygardagin, so eru teir klárir til finaluna um meistaraheitið.

Neistin úti av heiðursmerkjastríðnum
Síðsta vikuskiftið spældi Neistin ein sera týdningarmiklan dyst ímóti strandingum. Um teir skuldu varðveita møguleikarnar at vinna heiðursmerkir, so skuldi hesin dysturin vinnast. StÍF vann tó dystin, so Neistin hevur í roynd og veru ikki tað stóra at spæla fyri ímóti VÍF. Teir hava tó fingið fleiri góð úrslit ímóti vestmenningum í ár, so teir fara helst at royna at fáa enn eitt gott úrslit leygardagin.

VÍF á finalukós
VÍF hevur verið heldur svingandi síðstu dystirnar, men av tí at teir hava fingið so góð úrslit ígjøgnum árið, so liggja teir í eini sera góðari støðu undan dystinum ímóti Neistanum. VÍF er nevniliga tvey stig frammanfyri Kyndil á øðrum plássi og trý stig frammanfyri StÍF á triðja plássi. Tað vil siga, at vinna teir dystin ímóti Neistanum, so eru teir klárir til finaluna.
VÍF má eisini metast at vera favorittur undan dystinum. Í mun til Neistan, so hava teir alt at spæla um, og hesin dysturin skal bara vinnast hjá VÍF. Í teimum undanfarnu dystunum hevur VÍF vunnið ein, Neistin vunnið 1 og ein er endaður javnur, so munurin hevur ikki verið tann stóri á liðunum í ár. Kanska Neistin enn einaferð fer at geva VÍF ein skarpan gang.