VÍF-KÍF 28-31: Samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Rúna Joensen hjá KÍF og Rúna Joensen hjá VÍF seta orð á dystin VÍF-KÍF 28-31 (14-14)

Stór frøði er í Kollafirði í kvøld. KÍF hevur vunnið grannauppgerð í Vestmanna, og hevur tikið tvey stig við sær til Kollafjarðar í Faxe Kondi kappingini, og er nú í betri skørum at spæla ímóti H71 í Hoyvíkshøllini komandi sunnudag klokkan 16.

 

Í sama bólki vann H71 fyri fimm døgum síðani 38-22 á Kyndil2.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá tí seinastu løtuni av dystinum. Agnar Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr Agnar Joensen taka samanum dystin. Agnar hevði á orðið hvussu dýrt tað var, at VÍF ov ofta skifti skeivt út, og tað bleiv eisini dýrt.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rúna Joensen hjá KÍF, ið fegnast um at hava fingið tvey stig í einum torførum útidysti.

4) Hoyr samrøðuni Tróndur Arge gjørdi við Rúna Joensen hjá VÍF, ið staðfestir, at málverjin hjá KÍF, Joakim Jürs stóð væl, men hann heldur, at hann og liðfelagarnir í VÍF skutu alt ov illa.

 

Komandi sunnudag klokkan 16 spæla H71 og KÍF í Hoyvíkshøllini. Samstundis tekur VÍF ímóti Kyndil2.

 

Faxe Kondi-kappingin 2018-19 (hsf.fo)

Bólkur 1:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H7113822162
2KÍF1312832
3VÍF12831-30
4Kyndil 212238-160

Hósdagur 24.01.19 kl. 18.00 Kyndil 2 – H71 22-38
Týsdagur 29.01.19 kl. 20.00 VÍF – KÍF 28-31
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 VÍF – Kyndil 2
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 H71 – KÍF
Leygardagur 09.02.19 kl. 18.00 KÍF – Kyndil 2
Sunnudagur 10.02.19 kl. 16.00 H71 – VÍF