VÍF hevur fingið royndan venjara úr Danmark

VÍF hevur gjørt avtalu við nýggjan venjara til besta kvinnuliðið, samstundis sum grøndlendskur spælari er komin til felagið

Nýggi venjarin hjá hondbóltsliðnum VÍF eitur John Larsen - eisini kendur sum John "Speedy" Larsen. Hann er 42 ára gamal, kemur úr Kolding í Danmark og hevur drúgvar royndir sum venjari í Danmark og Norra. Nýggi venjarin kemur fyrst og fremst at taka sær av besta kvinnuliðnum, men fer eisini at hjálpa til við venjing og menning av yngru spælarunum og venjarunum í felagnum.

Avtalan við John er fyri restina av hesum kappingarárinum, og um partarnir báðir eru nøgdir við samstarvið, verður miðjað eftir at leingja avtaluna, skrivar VÍF.

John "Speedy" Larsen er partur av stóru venjingarleguni Sport Team Network, og í sambandi við nýggja starvið í Føroyum ynskja tey úr Sport Team Network honum tillukku við nýggju avbjóðingunum, hóast tað fær avleiðingar fyri tey.

- Nýggju avbjóðingarnar hjá John renna saman við okkara ætlaðu venjaraskeið. Men vit hava longu tosað um frá byrjan, at hetta er ein vandi, tá mann arbeiðir við so dugnaligum og málrættaðum venjarum. Ætlanin er at finna ein góðan venjara at koma í hansara stað. Eydnast tað ikki, so útseta vit venjaraskeiðið til aftaná summarsteðgin, tá John verður aftur í Danmark, skrivar Sport Team Network á facebooksíðu síni í kvøld.

Kvinnuliðið hevur samstundis fingið ein nýggjan spælara í hópin. Hon eitur Ivana Meincke, er 24 ára gomul og kemur úr felagnum GSS í Nuuk, Grønlandi. Ivana er striku- og verjuspælari.

##med2##