Vestmenningar høvdu ongan lættan dyst ímóti H71, men hoyvíkingur kláraðu ikki til fulnar at steðga VÍF, og teir taptu tí triðja dystin á rað.
Munurin millum liðini var ikki stórur, men tað vóru vestmenningar, sum høvdu munin meginpartin av tíðini.
Í fyrra hálvleiki skiftust liðini eitt sindur um at vera frammanfyri, men tá VÍF fór fram um miðskeiðis í hálvleikinum, fekk H71 ongantíð vertirnar aftur. H71 hekk tó í allatíðina, og tá fyrri hálvi tímin var av, var VÍF frammanfyri við trimum málum.
H71 hevði tá brent trý av sínum brotskøstum, og tað er dýrt, tá talan er um so tættan dyst.
Málríkt
Í seinna hálvleiki drógu hoyvíkingur inn á VÍF, og teir kláraðu at javna eftir fáar minuttir. Hesa løtuna tóktist VÍF-liðið sárbart, og tað var næstan sum um teir roknaðu við einum løttum seinna hálvleiki.
Men kvøkkurin setti ferð á VÍF aftur, og teir togaðu seg fram um aftur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti heimaliðið leiðsluna upp í fimm mál, og tað var lítil ivi um, at VÍF fór at vinna.
H71 skoraði nógv mál seinasta partin av dystinum, men tað gjørdi VÍF eisini, og tí endaði málríki dysturin við, at VÍF vann 33-30.
H71 uppsteðgað
Sigurin hevði við sær, at VÍF tók seg fram um Neistan, men vestmenningar hava spælt ein dyst meira enn havnaliðið. Um vikuskiftið skal Neistin royna at fáa VÍF aftur.
H71 byrjaði árið við trimum sigrum á rað, men síðani hava teir tapt tríggjar á rað, og liðið er í løtuni ikki nóg støðugt til at fylgja við VÍF og Neistanum, men talan er framvegis um grundspæl, og støðan kann broytast komandi vikurnar.
Dysturin í tølum:
VÍF-H71 33-30 (15-12)
Málskjúttar:
VÍF: Johnny Joensen 10, Sámal Joensen 7 (2), Ingi Olsen 6 (1), Harald Bjørgvin 5, Daniel Rapa 2, Petur F. Joensen 2, Rógvi Nielsen 1
H71: Bjarni Wardum 8 (2), Finnur Hansson 7 (1), Halgir Dahl Olsen 6, Anfinn Debes 3, Peter Rouch 2, Hallur Danielsen 1, Peter Rosbach 1, Janus Joensen 1, Johnny Durhuus 1
Brotskøst: VÍF 3, H71 7
Útvísingar: VÍF 2, H71 4
Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen og Trygvi Mortensen