Manshondbóltur
Jákup Mørk
Tað røkist framvegis fyri, at manshondbólturin í ár endar við eini sannari finalu í Vestmanna.
Mest sum alt árið hava VÍF og StÍF fylgst, og tó at StÍF hevur átt munin í innanhýsis uppgerðunum, so eru teir ongan tíð slopnir leysir av vestmenningunum.
Full ferð á
Kanska torførasti eftirverandi dysturin hjá VÍF var sunnudagin í Hoyvík, tá teir vitjaðu KÍF, sum í nógvar mátar hevur spælt teimum eitt puss í ár, men hesa ferð var so eingin ivi. Als eingin.
Frá fyrsta bríksli vóru tað nevnliga gestirnir, sum settu ferðina. Helst ilskaðir av negativu umrøðuni, sum liðið hevur havt seinastu vikuna, varð ferðin alt fyri eitt sett upp í hægsta gear, og har megnaðu kollfirðingarnir ongan tíð at fylgja við. Heldur ikki Damir Oros, ið sum vant fekk máltalið upp á ta tvey-siffraða, men hetta í sjálvum sær var ikki nóg mikið.
Og sum dysturin leið, so tóktist munurin bara at veksa. Við einari sterkari verju, og annars kvikum mótálopunum minti dysturin til mest sum eina fyrireiking hjá VÍF til seinasta dystin, og kanska var tað júst eisini hetta, sum talan var um. Ein fyrireiking, har VÍF skal venja seg við høgu leikferðina, sum alt árið hevur eyðkent strandingarnar, og í so máta hepnaðist fyrsta royndin væl.,
Undan seinasta dystinum eru tó tveir aðrir á skránni. Tjaldur á heimavølli man tó neyvan vera nøkur avbjóðing, og tó at dysturin móti Neistanum í Havn kann tykjast trupul, so hava innanhýsis uppgerðirnar her bent á, at VÍF so dyggiliga eigur munin.
Tí talar alt í løtuni fyri eini stórslignari finalu í seinasta dystinum, og fyri hondbóltin er tað at fegnast um eftir tvey ár, har gullið hevur verið avgjørt langt undan seinasta leikdegi.
Dysturin í tølum
KÍF-VÍF 32-38 (14-22):
Málskjúttar:
KÍF: Damir Oros 11(4), Petur Martin Poulsen 10, Regin Petersen 7, Vagnur Johannesen 3, Kristjan Madsen 1
VÍF: Agnar Joensen 10, Ingi Olsen 10(3), Áki Olsen 8(1), Ólavur Brimnes 5, Daniel Rápa 3, John Zachariasen2
Brotskøst: KÍF 5, VÍF 4
Útvísingar: KÍF 5, VÍF 6
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen.