Við tryggum 33-25-heimasigri á H71 leggur VÍF trýst á Neistan um at vinna sær pláss í FM-finaluni
Tað var annars á H71, ið legði munandi sterkari út og eina løtu var á odda 4-1. Eftir hetta kom tó stígur í hjá hoyvíkingum, og VÍF kom stillisliga inn aftur í dystin. Eftir at fyrri hálvleikur leikaði rímiliga javnt á, so var tað heimaliðið, ið dróg frá ímóti endanum av fyrra hálvleiki og vann sær eina 17-13-hálvleiksleiðslu.
Hildu stílin
Í seinna hálvleiki var VÍF betra liðið, men H71 - við Dánjali Tórgarð og Bogdan Florea á odda - kempaði væl og var dysturin helst eisini javnari enn úrslitið, sum gjørdist 33-25 til VÍF, sigur. VÍF hevði tó ein breiðari hóp av leikarum, sum framleiddu mál og gjørdi teir til vandameira liðið frá fleiri plássum á vøllinum.
Við sigrinum heldur VÍF lív í vónini um at røkka FM-finaluni. Vinna teir dystin, sum teir hava til góðar, eru teir bara eitt stig frá Neistanum á 2. plássi.
VÍF – H71 33-25 (17-13)
VÍF: Sámal Joensen (7) Agnar Joensen (7) Bjarti Hansen (6) Holgar Durhuus (6) Ingi Olsen (4) Magnus á Rógvi (1) Andrias Eriksen (1) Joen Pauli Høgnesen (1)
Útvísingar: 2x2min.
H71: Dánjal Tórgarð (8) Bogdan Florea (7) Rúni Højgaard (3) Rógvi Sørensen (3) Hans Kári Hansen (2) Hallur Biskopstø (1)
Útvísingar: 4x2min.