VÍF heldur kósini

Ein hondbóltsdystur varð leiktur á Giljanesi mikukvøldið, har Søljan tók ímóti VÍF.
Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist ein 30-22 sigur til gestirnar, og sum skilst, so hevði VÍF ikki stórvegis trupulleikar av dystinum. Longu í fyrra hálvleiki var hampuliga stórur munur millum liðini, og tá VÍF so eisini fór at ansa sær eftir Nicoletu Radu, steðgaði at kalla alt upp hjá Søljuni.
Við sigrinum heldur VÍF framvegis fast í frástøðuni upp til hini bæði oddaliðini, Stjørnuna og VB, og einki er at ivast, at tey í Vestmanna fara at fylgja spent við, tá júst tey bæði oddaliðini hittast um vikuskiftið.