VÍF heldur kósina

Sigursrøðin hjá VÍF heldur fram, og sunnudagin vórðu tað hoyvíkingar, sum máttu boyggja seg

Hondbóltur


VÍF-H71 31-25 (13-10)


Hóast ein munur upp á seks mál ikki tykist so øgiliga stórur, so mundi ivin um úrslitið í Vestmanna ongantíð verða hin heilt stóri.

Annað var kanska heldur ikki væntandi, tí mett eftir úrslitunum seinasta kappingarár, umframt teimum broytingum, sum báðum liðunum hevur verið fyri, so var styrkismunurin á pappírinum stórur.


Lítil ivi

VÍF var eisini liðið, sum byrjaði dystin nógv betri, men eftir at teir fyrstu løtuna høvdu hótt við at bumba gestirnar heim aftur, stóð eina løtu stilt hjá teimum gulu.

Gestirnir megnaðu sostatt at koma nakað aftur í aftur, og eina løtu í fyrra hálvleiki stóð eisini á jøvnum, men so dragnaði tó aftur.

Beinan vegin, sum seinni hálvleikur byrjaði, øktu vestmenningar aftur um leiðsluna, og so restina av dystinum var tað bert ein spurningurin um at halda munin niður til hoyvíkingarnar.

Sum skilst úr Vestmanna, var ongantíð ivi um, hvørt av liðunum var tað betra. Tað tóktist tó, sum um leikararnir hjá heimaliðinum ikki alla tíðina vóru nóg hugsavnaðir um uppgávuna, og fleiri álopsroyndir vórðu tveittar burtur, tí menn ikki gjørdu sær nóg stóran ómak.


Betri næstu ferð

Hjá gestunum var tað serliga Halgir Dahl-Olesen, sum gjørdi um seg, og tað er einki at ivast í, at vónirnar hjá hoyvíkingum um kappingarárið eru nær tengdar at skotstyrki hansara. Hinvegin var merksivert, at Stefan Dorofte sat á beinkinum, eins og Olaf Vestergaard fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið var at síggja á vøllinum.

Ivaleyst fara hoyvíkingar hetta árið at gera meira um seg, enn teir gjørdu seinasta kappingarár, og so er spurningurin, hvussu langt hetta fer at røkka. Móti VÍF var ein góður vilji ikki nóg mikið, men spurningurin er helst, um tað er nóg mikið hjá nøkrum øðrum liði, tí á pappírinum er VÍF í løtuni nógv besta liðið í landinum.

Enn er kappingarárið tó ungt, so framvegis kann nógv henda, og vestmenningar vita helst eisini, at teir ikki skulu selja skinnið ov tíðliga.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VÍF: Sámal Joensen 7, John Zachariaseb 7, Agnar Joensen 6(1), Ingi Olsen 5(2), Harald Bjørgvin 2, Danut Negro 2, Martin Hummeland 2

H71: Halgir Dahl-Olesen 9(1), Annfinnur N. Debes 4(1), Johnny djurhuus 3, Rolf Mouritsen 3, René Dahl-Olesen 3, Hallur Danielsen 2, Olaf Vestergaard 1

Brotskøst: VÍF 5, H71 4

Útvísingar: VÍF 6, H71 3

Diskvalifikatión: H71 1 (3x2 minuttir)