Hilmar Jan Hansen
Hetta verður dysturin, ið skal avgera tað heila, tí vinnarin kann vera nokk so vísur í, at tað røkkur allan vegin. Men ikki meira enn »nokk so«, tí vinna hoyvíkingar, hava teir ein munandi betur møguleika enn vestmenningar, ið eisini skulu takast við kollfirðingar annan páskadag, meðan H71 tá skal spæla á Skála ímóti StÍF, ið má metast sum munandi veikari mótstøða.
Her eru altso fleiri møguleikar fyri, hvussu tað heila spælir av, men leygardagin læt VÍF so ongan iva vera um sín dyst. Kortini royndust teir í Team Klaksvík enn eina ferð tungir at syfta ein stóran part av dystinum, men eftir steðgin var VÍF klárt betra og treystara liðið, og tí kundi eingin fingur setast á sigurin, ið var sannførandi.
Nógv kundi bent á, at teir í VÍF eru so passaliga væl upphitaðir at taka ímóti H71, sum í sínum lagi mann kenna hitan enn eftir sín greiða sigur á einasta liðnum, sum við vissu verður í FM-finalunum, KÍF.