VÍF gjørdi einki við H71

Tað var tætt eina góða løtu, men H71 avgjørdi dystin seinasta korterið.

Oddaliðið í FTZ-deildini, H71, var í kvøld á vitjan hjá VÍF í Vestmanna, og hóast ein stundum tættan dyst, so komu hoyvíkingar haðani við fullari úrtøku.


Fyrri hálvleikur var annars púra javnur, har liðini skiftust um at skjóta mál og samband allatíð var ímillum liðini. H71 skeyt tó seinasta málið í fyrra hálvleiki og fór til hálvleiks á odda við einum, nevniliga 13-12.


Spenningurin helt sær eina góða løtu av seinna hálvleiki, men eftir miðjan seinna hálvleik byrjaðu hoyvíkingar at renna undan. Endin var, at H71 vann dystin trygt 27-21.


Filip Jojic var toppskjútti hjá vestmenningum við átta málum, meðan Peter Krogh og Rúni Vest Højgaard skutu hvør síni seks mál fyri H71.


Sigurin hjá H71 hevur við sær, at teir nú – við seks dystum eftir – nærum endaliga hava tryggjað sær pláss í FM-finaluni. VÍF er á fjórða plássi, sjey stig frá einum finaluplássi.


VÍF – H71 21-27 (12-13)