VÍF flúgvandi

Meðan vestmenningar framhaldandi strúka avstað, hava hini liðini ilt við at fylgja teimum. Enn hanga strandingar tó í

Hondbóltur

 

Umframt dystin á Hálsi, sum er umrøddur aðrastaðni í blaðnum, vórðu eisini leiktir tveir aðrir dystir mikukvøldið.

Mest merkisvert var helst, at KÍF enn einaferð var um at koppa einum av teimum liðum, sum á pappírinum tykjast vera sterkari enn kollfirðingar.

Hesu ferð vóru tað Skálamenn, sum akkurát sluppu snikkaleysir undan kollfirðingum, tá Alexandur Johansen í næst síðsta minuttinum setti bóltin í netið til 24-23.

Úrslitið gjørdist sostatt eitt sera tepur tap hjá kollfirðingunum, men tað tykist ikki vera nakar ivi um, at teir fara at skala fleiri enn tí eina liðnum, tað sum eftir er av kappingarárinum.

Komandi vikuskiftið skulu teir royna seg móti H71, og spennandi verður tá at vita, hvørt av hesum longu nú kann blanda seg upp í stríðið um heiðursmerki.

 

VÍF strýkur avstað

Við sigrinum helt StÍF fast um møguleikan at elta VÍF, sum longu nú tykist fullkomuliga einaráðandi í deildini.

Hesu ferð vitjaðu vestmenningar Tjaldur, og tað var skjótt greitt, hvønn veg tað bar. Longu um miðjan fyrra hálvleik var munurin seks mál, og tá VÍF so skoraði átta ferðir á rað, var einki at tosa um.

Í seinna hálvleiki bara øktu vestmenningar, og einasti spurningurin tykist í løtuni vera, um VÍF megnar at fara ósigra gjøgnum kappingina. Styrki og breidd teirra tykist vera størri enn hjá nøkrum øðrum liði, og enn sita bæði Johnny Joensen og Áki Olsen uttan fyri við skaðum.

 

Dystirnir í tølum

StÍF-KÍF 24-23 (15-11)

málskjúttar:

StÍF: Artur Johansen 9(4), Alexandur Johansen 6, Marius Joensen 4,Kristjan Peturson 3, Costin Dumitrescu 1, Leivur Justinussen 1

KÍF: Doric Tomica 8(1), Jákup Dam 4(1), Kristjhan Madsen 4, Petur Martin Johansen 3, Petur Martin Poulsen 2, Vagur Johannesen 1, Sune Davidsen 1

Brotskøst: StÍF 6, KÍF 4

Útvísingar: StÍF 2, KÍF 4

Dómarar úr H71: Petur Skeel Dahl og Kristian Martin Skála

 

Tjaldur-VÍF 17-43 (7-21)

Málskjúttar:

Tjaldur: Jens Martin Knudsen 8(1), Mortan Hansen 3, Sverri Justinussen 2, Jákup Petur Eliassen 1(1), Ragnar Olsen 1, Sverri Nielsen 1, Arnfinn Langgaard 1

VÍF: Martin Hummeland 10, Ingi Olsen 9(3), Agnar Joensen 8(1), Sámal Joensen 5, Sjúrður Holm 4, Harald Bjrøgvin 2, John Zachariasen 2, Danut Negro 2, Petur Fr. Joensen 1

Brotskøst: Tjaldur 2, VÍF 5

Útvísginar: Tjaldur 2

Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg

 

Mynd av VÍF:

Einki tykist at kunna steðga vestmenningum, sum tykjast stevna við fullari ferð móti enn einum FM-heiti