Fitt av útskifting hevur verið í hópinum hjá føroyameistaraliðnum hjá monnum, VÍF. Higartil hevur hetta tó ikki darvað úrslitini hjá vestmenningum í nýggja kappingarárinum. Eftir tríggjar landskappingardystir hevur VÍF nevniliga vunnið allar. Í dag kom StÍF á vitjan í høllini í Vestmenna, og eisini strandingar máttu lúta ímóti vestmenningum. Dysturin endaði 28-21 til VÍF eftir hálvleiksstøðuna 16-10.
Sum úrslitið boðar frá, so varð linjan løgd í fyrra hálvleiki, har leiðslan hjá vestmenningum var seks mál. Hendan leiðslan varð síðani hildin við líka í seinna hálvleiki, og at enda vann VÍF við sjey málum, 28-21.
VÍF er á deildum fremsta plássi við H71, sum eisini hevur seks stig eftir tríggjar dystir. Verri sær út hjá StÍF, sum eftir fýra spældar dystir bert hevur eitt stig og er aftast saman við Team Klaksvík.
Málskjúttarnir frá dystinum síggjast niðanfyri:
VÍF-StÍF 28-21 (16-10)
VÍF: Hanus Christophersen 6, Filip Jojic 6, Julian Olsen 5, Andrias Eriksen 5, Jugoslav Djumic 2, Rúni Joensen 2, Jóhan í Garðastovu 1 og Sjúrður Olsen 1.
StÍF: Sveinur Justinussen 6, Fríði R. Djurhuus 4, Jógvan G. Joensen 3, Marius Joensen 3, Pætur G. Joensen 3 og Allan Norðberg 2.










