VÍF-StÍF 20-30 (11-16)
Við støðugt góðum spæli og hevði StÍF í dag hondbóltsframsýning í Vestmanna.
VÍF var annars væl við í løtum, men teir megnaðu ikki at halda støðinum í 60 minuttir á sama hátt sum gestirnir.
Fram til miðjan fyrra hálvleik leikaði annars javnt á, men so skrædnaði hjá heimaliðnum. Og eisini eftir steðgin var støðan tann sama. Tá stríddi VÍF seg upp á 17-20, men tá næsta løtan endaði 8-1 til strandingar, var tað góða arbeiðið hjá VÍF líka sum burturspilt.
Fyri VÍF skutu Agnar Joensen, Rúni Joensen og Daniel Rapa 4 mál hvør. David Edvardsen skroaði 6 av málunum hjá StÍF.