VÍF Føroyameistarar dreingir 14 ár

Vestmenningar tryggjaðu sær Føroyameistaraheitið fyri dreingir 14 ár í Hoyvíkarhøllini í gjár, tá teir vunnu uppiborið 21-14. Undan dystinum var H 71 2 stig frammanfyri VÍF, um Vestmenningar skuldu tryggja sær meistaraheitið var neyðugt hjá teimum at vinna dystin.

Tað vísti seg frá byrjan at Vestmenningar vóru sera uppsettir. VÍF byrjaði betur og legði seg á odda beinanvegin. Hálvleiksstøðan var 11 - 6 til VÍF.

Venjari hjá Vestmannadreingjunum er Palli Joensen.

Hoyvíkingar høvdu gjørt rættiliga nógv burturúr í høllini, karmarnir vóru til ein rættiligan toppdyst.Okkara einasta altjóða dómarapar, Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømdu dystin, og ungdómar úr bæði Vestmanna og Hoyvík høvdu gjørt seg út við trummum, hornum og andlitsmáling, fyri at heppa sínum liði.