VÍF er á rættari kós

Áki Olsen, formaður í VÍF, segði á aðalfundinum hjá felagnum, at úrslitini hjá besta kvinnuliðið og besta mansliðið kundu verið betri, men at liðini eru á rættari kós

Tað skrivar heimasíðan hjá VÍF.
– Hann segði, at sjálvt um SunSet og Atlantic-liðini ikki vóru har, sum felagið ynskir, so var tað á eini leið. Felagið fegnast um tey góðu úrslitini, sum yngru deildirnar fingu, og har er ein framtíð, sum felagið fer at fáa gagn av seinni, segði formaðurin á aðalfundinum.
Roknskapurin var eisini viðtikin á fundinum.
VÍF hevur boðað frá í vetur, at Ingi Olsen, sum stóð á odda fyri besta mansliðnum hjá Neistanum í fjør, og Dia Mid­jord verða venjarar hjá besta mansliðnum næsta kapp­ing­ar­ár. Agnar Joensen, sum spældi við KÍF, er eisini aftur í barn­dómsfelagnum.