Hondbóltur
Tað var eingin ivi um nakað sum helst, tá VÍF mikukvøldið vitjaði í Runavík.
Dysturin endaði við stórsigri av slíkum slag, at ein kann ivast í, hvørt tað er rætt, at liðini halda til í somu deild.
Møguliga er tað tó soleiðis, at VÍF liðið bara er somikið sterkt, men ein málmunur upp á 32 átti ikki at komið fyri í fremstu hondbóltsrøðini.
Við sigrinum hava VÍF kvinnurnar lagt seg á odda í deildini, tó at tað bert er málmunurin, sum skilir tær frá Stjørnuni, men hesin kann eisini gerast avgerandi.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Tjaldur: Kristine Ellingsgaard 2, Ann-Mari Østerø 1, Beinta Joensen 1
VÍF: Fríða Marjunardóttir 10(1), Nikolina Eyðbjørnsdóttir 8, Sóleyð Mikkelsen 7(1), Ioana Rapa 4, Nicoleta Rado 4, Randi Kúrberg 2, Johanna Høgnesen 1
Brotskøst: VÍF 4
Útvísingar: Tjaldur 1
Dómarar úr Kyndli: Hans Thomassen og Hanus Kúrberg










