Vestmenningar fara nú undir seinastu royndina at fáa KÍF aftur. VÍF vann á H71 í høllini í Vestmanna í dag. Við sigrinum er VÍF fimm stig aftanfyri KÍF, sum er nummar tvey. Tað plássið gevur atgongd til finalurnar um føroyameistaraheitið. Kyndil er eisini fimm stig aftan fyri nummar tvey.
12 stig eru eftir at spæla um.
VÍF og H71 togaðust leingi um leiðsluna seinnapartin, men tá avtornaði vann heimaliðið 30-28.
Næsta umfar, 6. mars:
VÍF ? StÍF
Kyndil ? H71
KÍF - Neistin
Stigatalvan, menn:
1. Neistin - 18 dystir, 35 stig
2. KÍF ? 18 dystir, 24 stig
3. VÍF ? 18 dystir, 19 stig
4. Kyndil ? 18 dystir, 19 stig
5. H71 ? 18 dystir, 16 stig
6. StÍF ? 18 dystir, 11 stig
7. Team Klaksvík ? 18 dystir, 2 stig