VÍF buldrar víðari

Sóljan kundi ikki geva oddaliðnum í kvinnudeildini nakað serligt av mótstøðu

VÍF-Sóljan 40-16 (22-9)


Tað var ikki væntandi, at botnliðið úr Sóljuni skuldi gera nakað serligt við oddaliðið, VÍF, og hetta vísti seg eisini at gerast veruleikin.

Alt fyri eitt streyk VÍF avstað, og uttan at tær nakran tíð veruliga spílaðu seg út, kundu Rápa & Co. senda botnliðið vestur um fjørðin við einum stórtapi.

Við sigrinum heldur VÍF kósina í oddinum, meðan Sóljan framvegis er aftast saman við StÍf og Kyndli