VÍF brynjar seg til finaluna

VÍF tapti fyrsta finaludystin í Atlantic Airways deildini ímóti Kyndli síðsta vikuskiftið, men hetta fær als ikki vestmenningar at fella í fátt. Tvørturímóti. Vónirnar eru góðar undan seinna finaludystinum í Vestmanna í morgin, og vestmenningar ætla at gera seg klárar til finaluna tíðliga á degnum.

 

Tey ætla nevniliga fyrst at savnast í bryggjuni, har fólk kunnu taka sær eitt prát og spakuliga byrja at lada upp til finaluna. Fyrsti finaludysturin síðsta sunnudag verður eisini vístur á stórskíggja, so hann fáa VÍF-fjeppararnir nú møguleika at síggja enn einaferð.

 

Tá fólk eru liðug í Bryggjni verður farið niðan í ítróttarhøllina, har ungdómsliðini hjá VÍF fara at ganga skrúðgongu inn á vøllin. Her fer felagið so at taka samanum úrslitini hjá yngru deildunum bæði í landskappingini og í steypakappingini. Tá hetta er liðugt fáa fólk møguleika at fáa sær andlitsmáling í litunum hjá VÍF, og felagið hevur eisini gjørt fleiri gular troyggjur, sum fólk kunnu fara í til dystin.

 

Eftir hetta er tað sjálv mansfinalan, sum er á skránni, og sum skilst úr Vestmanna, so er eingin ivi um, at vestmenningar ætla sær ein sigur í hesum dystinum. Í hálvleikinum av mansdystinum fara kvinnurnar inn á vøllin at fáa heiðursmerki fyri teirra úrslit í næstbestu deildini. Gentur, sum hava gingið til dans á kvøldskúlanum í Vestmanna, fara eisini at dansa í hálvleikinum.

 

So sum skilst, so verður morgindagurin ein stórur og hendingarríkur hondbóltsdagur í Vestmanna.