Meðan neistakvinnur vunnu trivaligan sigur ímóti VÍF, so var tað tann umvenda verð, tá ið neistamenn seinni á degnum tóku ímóti føroyameistaraliðnum í FTZ-deildini í fjør, sum eisini var VÍF. Dysturin endaði 25-36 eftir hálvleiksstøðuna 15-21.
Talan var um fyrsta dystin hjá neistamonnum hetta kappingarárið. Ikki kann sigast annað enn, at mansliðið hjá Neistanum fekk ein miseydnaðan elddóp upp á nýggja kappingarárið.
VÍF byrjaði kappingarárið mikukvøldið, tá ið útidysturin ímóti Team Klaksvík varð vunnin 26-16. Sostatt hava vestmenningar fingið eina sera góða byrjan upp á kappingarárið við tveimum sigrum eftir tvey umfør.
Málskjúttarnir í mansdystinum á høllini á Hálsi vóru hesir:
Neistin-VÍF 26-35 (15-21)
Neistin: Torkil Hentze 9, Christopher Moe 6, Terji Mørk 3, John í Innistovu 3, Rói Berg Hansen 2, Beinur Davidsen 1 og Nicholas Satchwell 1.
VÍF: Filip Jojic 9, Julian Olsen 8, Hanus Christophersen 6, Andrias Eriksen 5, Sjúrður Olsen 2, Jón Múller 2, Jugoslav Djumic 2 og Jóhan í Garðastovu 1.