Váðasteinur í Skotlandi

Í morgin landar línuskipið Váðasteinur í Loch Inver í Skotlandi. Skipið hevur fyri tað mesta roynt á Rygginum í heyst og hevur gjørt fleiri góðar túrar. Hesin túrurin er heldur lakari til rúgvu, men útlit til rímiliga góða sølu í Skotlandi hava við sær, at túrurin kortini man fara at roynast.

Tað veit Netávísin at siga.

Umborð á Váðasteini vænta tey, at sølan hendan túrin fer at geva einar 650.000 krónur tilsamans. Við Váðasteini eru 13 mans og ein kvinna, ið siglir sum dekkari við skipinum.

Tí kunnu vit ikki skriva, at "teir" vænta, men, at "Umborð á Váðasteini vænta tey...."

Ja, sig so tað. Kvinnan umborð á Váðasteini er kortini ikki hin einasta, ið siglir sum dekkari við føroyskum fiskiskipi.