Oljuadálkingar frá skipum eru javnan í Havn, og ofta hongur Tórshavnar kommuna upp á rokningina, tí syndarin verður ikki funnin.
Men sunnudagin seinnapartin var lætt at síggja, at oljan, sum var farin á sjógv við Bursatanga í Havn, stavaði frá Váðasteini, sum nakrar tímar var komin inn.
Manningin visti ikki av nøkrum, fyrr enn politiið sendi boð eftir teimum. Samstundis var sløkkiliðið boðsent.
Vardi nakrar tímar
Nakað eftir at báturin var komin inn, var automatiska punpuskipanin sett til at pumpa olju úr einum tanga yvir í brúkstangan. Eftir røttum skuldi pumpingin steðgaði, tá ið tangin var fullur, men tað gjørdi hon ikki, og tí fleyt olja yvir og á sjógv.
Tá ið sløkkilið kom til, hevði olja runnið á sjógv í stívliga tríggjar tímar.
Anfinn Reinert, varaleiðari í Tórshavnar sløkkilið sigur, at teir meta oljuna, sum fór á sjógv til at vera mllum 1200 og 1500 litar.
Tað var so heppið, at oljan ikki rak yvir móti bátabrúgvunum, men fór yvir móti molanum og fram við bryggjuni.
Sløkkilið fekk tikið nógv av gassoljuni upp, og nakað dampaði burtur. Men framvegis sæst ein filmur av olju fram við molanum og yvir móti Nyhavn. Eitt sindur er helst farið til havs.
Á midnátt var sløkkiliðið liugur við arbeiði sítt.
Av tí at staðfestast kundi, at oljan kom frá Váðasteini, fær reiðaríið rokningina fyri uppruddingina.