Váðaráð og Landsbanki skapa eitt politiskt stríð

Spurningurin um endrustovnan av landsbanka og nýstovnan av váðaráði elvir til hvast politiskt orðaskifti í tinginum.

Politikkur snýr seg um nógv ymisk ting.

 

Seinastu dagarnar hava vit sæð hvat kann henda í kommunalpolitikki og vit vita, at á landspolitisku dagsskránni fyllir fiskivinnunýskipanin nógv.

 

Men onnur mál set eisini sín dám á politiska orðaskiftið og vísa, hvør munurin í veruleikanum er millum vinstra og høgra.

 

Í hesi vikuni skal Løgtingið fyri aðru ferð hava 3.viðgerð av lógaruppskotinum um at endurstovna landsbankan og seta á stovn eitt føroyskt váðaráð.

 

Hesi málini eru veruliga vorðin politisk stríðsmál.

 

Samgongan, sum legði frá sær í fjør, avtók Landsbanka Føroya í 2012. Landsbanlin hevði tá virkað í nøkur ár, men borgarliga samgongan hevði ongantíð verið heit fyri at ein landsbanki var settur á stovn.

 

Millum nógvar borgarligar politikarar var hetta sæð, sum ein møguleiki hjá vinstraflokkunum at seta ein almennan stovn afturat á stovn. Og ein stovn, sum politikararnir kundu stýra partvís.

 

Tí legði táverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum uppskot fram um at avtaka bankan og eftir stutta viðgerð í Løgtinginum var hetta samtykt.

 

Les meira í Sosialinum í dag.