Andstøðan á tingi segði seg sakna upplýsingar frá eitt nú donskum myndugleikum, áðrenn støðan kundi takast til uppskotið um Váðaráð Føroya, men allíkavæl varð tað samtykt í tinginum seinnapartin við 15 atkvøðum fyri og 14 ímóti.
Undan endaligu samtyktini var orðaskifti í tímavís, har serliga andstøðan royndi at andøva ímóti, men har gjørdist einki, tí ein tepur meiriluti var fyri, og tí verður Lanssbanki Føroya endurstovnaður 1. januar 2017 og Váðaráð Føroya sett á stovn einaferð í summar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra Árna Gregersen, journalist á ting.fo og politiskan eygleiðara, taka saman um orðaskiftið í tinginum í dag.