Æðuvík eigur sín líka í Noregi

Tað er ikki bert í Føroyum at vit hava eina serstaka jólabygd, Æðuvík. Í Noregi finst eisini ein slík, nevniliga Ranvika, sum liggur beint við Molde.

Tað byrjaði við at ein amerikumaður keypti eina smáttu í Ranvika. Eini jól setti hann jólaljós á hana, men tað vísti seg at her lupu nakrar ljósketur av. Hesar gav hann víðari til ein av íbúgvunum í bygdini, Kjell Arils Skjørsæther.

Sethúsini hjá Kjell Arils minna í mangar mátar um eini piparkøkuhús, og so skjótt sum eigarin hevði sett fyrstu ljósketuna á tey, sá hann hvussu væl tað riggaði. Tann eina ketan gjørdist til tvær, og síðani til fleiri.

Bygdarfólkinum dámdi hetta so væl, at tey eisini fóru at gera sum Kjell Arils Skjørsæther, og soleiðis er nærum ikki tørvur á gøtuljósum í bygdini í adventstíðini.

Eins og í Æðuvík koma fólk ?valfartandi? allastaðni frá til at vitja bygdina.

Íblásturin til ljósprýðingina hava tey fingið millum annað frá filmunum Home Alone, Help, it?s Christmas og Griswold.